
Jastrid Høj, lærari og skúlaleiðari
Jastrid hevur tí dagligu leiðsluna á skúlanum, sum m.a. umfatar undirvísing, umsiting, fundarvirksemi, námsfrøðiligan og - andaligan stuðul. Jastrid tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1993 og hevur arbeitt í nógv ár í fólkaskúlanum. Hon tekur í løtuni "Master of Education" á Oral Roberts University í USA, sum fjarlestur.
Telefon: 232 510
Teldupost:
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it

Annika Høj, lærari og lesivegleiðari
Annika stuðlar arbeiðinum hjá starvsfólkunum á skúlanum, ger lesikanningar við børnunum, fyrireikar vælegnað tilfar til tann einstaka næmingin. Hon hevur annars í fleiri ár arbeitt á Tofta skúla, samstundis sum hon hevur tikið lesivegleiðaraútbúgving á Føroya Læraraskúla tvey tey seinastu árini.
Telefon: 748 755
Teldupost:
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it

Birna Vestergaard, lærari
Birna er flokslærari í 1. flokki og arbeiðir eitt sindur í frítíðarstovuni eisini. Hon hevur arbeitt, sum lærari í Runavíkar skúla frammanundan – eisini við innskúlingini.
Telefon: 215 764
Teldupost:
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it

Regin Frederiksberg, læraralesandi
Regin stuðlar arbeiðinum í 1. flokki nakrar tímar um vikuna. Hann gongur triðja árið á Føroya Læraraskúla.
Telefon: 288 856
Teldupost:
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it

Sonlis H. Joensen, námsfrøðingur
Sonlis arbeiðir við forskúlaflokkinum og frítíðarstovuni. Frammanundan hevur hon í 10 ár verið leiðari fyri dagrøkt og barnagarði.
Telefon: 749 451
Teldupost:
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it

Mirjam Høj, námsfrøðingur
Mirjam hevur ábyrgd av forskúlaflokkinum og arbeiðir eisini í frítíðarstovuni. Hon hevur frammanundan arbeitt í fleiri ár sum námsfrøðingur í barnagarði á Strondum og á Oyri.
Telefon: 223 493
Teldupost:
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it

Ólavur Oddmarsson Tausen, hjálparfólk
Ólavur er 19 ára gamal. Hann tók studentsprógv á sumri 2010. Hann hevur royndir í kundatænastu og sum sunnudagsskúlalærari. Hann spælir á fleiri ljóðføri, tó mest guitar. Ólavur arbeiðir sum hjálparfólk fyri tað mesta í frítíðarstovuni.
Telefon: 222 384
Teldupost:
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
