Hví skulu tit hava kristnan frískúla?

  • Geva foreldrum eitt annað val at velja skúla fyri síni børn. Í grein 26 í heimsyvirlýsingini hjá ST um mannarættindi stendur m.a. at  “Foreldur hava rætt til at velja tann skúlan, børn teirra skulu ganga í.” Við øðrum orðum, foreldur hava fyrsta rætt at velja, hvat slag av undirvísing skal verða givin børnum teirra.
  • Útbúgving hevur altíð, upp ígjøgnum søguna, verið ein týðandi partur av kirkjunnar arbeiði.
  • Frískúlar aðrastaðni  vísa góð úrslit (t.d. í Svøríki)
  • Heimið og skúlin  - sama virðisgrundarlag
  • Áhugaði og luttakandi foreldur
  • Lærarar og foreldur eru samd
  • Kristiligt skúlaumhvørvi – vernd fyri menningini hjá næminginum
  • Eitt kristiligt skúlaumhvørvi – er ikki hóttandi – men stuðlandi og fyrigevandi
 
Website by Faroe MediaWebmasterSamkoman Keldan |