Verða børnini ikki alt ov avbyrgd frá umheiminum á einum kristnum frískúla?

  • Hvør einstøk lítil planta hevur brúk fyri verju, ljósi, hita og føðsluevnum. Soleiðis er eisini við barninum. Tryggleiki er ein fortreyt fyri læring, tí er umráðandi at umhvørvið og karmarnir kring barnið eru við til at skapa hetta
  • Ein lítil skúli kann blíva avbyrgdur. Hetta kann henda bæði á einum kommunalum og einum kristnum frískúla. Tí mugu vit royna at mótarbeiða hesum við at eggja foreldrum til at næmingarnir eisini hava aðrar vinir, har tey búgva. At taka lut í frítíðarítrivi í nærumhvørvinum er eisini við til at mótarbeiða avbyrging
 
Website by Faroe MediaWebmasterSamkoman Keldan |