Stutt um frískúlan
Tað er samkoman Keldan, Skálafirði, sum hevur stovnað frískúlan, Keldan. Forskúli, skúli og frítíðarstova verða á sama staði.
Hølini í Kelduni eru nýmótans og væl egnað til skúlavirksemi, og er umhvørvið í Skálafirði eisini góður karmur um hetta virksemið.
Skúlin er fyri allar næmingar. Málið er at integrera næmingar við serligum tørvi saman við tí vanliga flokkinum, í mest møguligan mun. Dentur verður lagdur á eitt gott samstarv við foreldrini, har tey eru ein virkin partur av skúlanum.
Skúlin fylgir lesiætlanini fyri fólkaskúlan.
Frískúlin fær 85% í stuðli frá landsmyndugleikanum, og foreldrini gjalda 15%. Gjaldið hjá foreldrunum fyri hvørt barnið verður á leið 600 kr. um mánaðin.
Endamál fyri frískúlan
Frískúlin vil í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. (Fólkaskúlalógin § 2 stk 3.)
Vit vilja:
- Uppala næmingarnar til at gerast tryggar, glaðar, sjálvstøðugar og væl upplýstar persónar, sum æra Gud og eru ein signing fyri familju, samkomu/kirkju og samfelagið.
- Stuðla foreldrum í teirra ábyrgd av at læra, venja, uppala og vegleiða síni børn.
Vit vilja leggja dent á
- Eina góða innskúling í einum forskúla, sum skal fyrireika børnini til at fara í skúla.
- At uppbyggja eitt gott sjálvsvirði, sum gevur tryggleika og rúm fyri læring.
Í kunnleika
- Taka støðið í tí einstaka
- Læra næmingarnar at kenna sín lærihátt og at menna hann í undirvísingini.
- Gera menningarætlanir fyri hvønn næming og hava regluligar eftirmetingar saman við foreldrum og næmingum.
- At KT er ein dagligur partur av undirvísingini.
Sosialt
- Vit seta trivnaðin í hásætið og fyribyrgja happing.
- Læra næmingin at samskifta við onnur menniskju.
- Læra at virða annaðleiðis hugsandi.
Likamliga
- Leggja dent á ein heilsugóðan lívsstíl, at næmingarnir skulu røra seg ein part av degnum og læra um heilsugóðan mat.
- Mennast í einum skapandi umhvørvi úti og inni. Gera brúk av náttúruvinarliga umhvørvinum í Skálafirði við haga, fjøru og á.
Andaliga
- Vísa á góðar søguligar og bíbilskar fyrimyndir sum t.d. móðir Theresu og Jesus. Arbeiða við eginleikum frá ymsum fyrimyndum, sum geva eitt grundarlag fyri karakterbygging.
- Geva rúm fyri grundleggjandi lívsspurningum.

Um skúlan