Starvsfólk til frískúlan, Kelduna við forskúla og frítíðarstovu

Frískúlin Keldan søkir eftir hesum tíðaravmarkaðu størvum fyri skúlaárið 2010/2011.

•    Ein námsfrøðing á 30 tímar um vikuna
•    Ein námsfrøðing á 25 tímar um vikuna
•    Ein námsfrøðing á 15 tímar um vikuna

•    Eitt lærarastarv á 15 tímar um vikuna
      Starvið fatar um at undirvísa í 1. flokki í føroyskum, kristni, heimkunnleika, ítrótti og evning
•    Eitt lærarastarv á 7 tímar um vikuna
      Starvið fatar um at undirvísa í 1. flokki í rokning

Um frískúlan Keldan:
Samkoman Keldan í Skálafirði hevur stovnað frískúlan. Forskúli, skúli og frítíðarskúli verða á sama staði. Hølini í Kelduni eru nýmótans og vælegnað til skúlavirksemi. Umhvørvið í Skálafirði er eisini ein góður karmur um hetta virksemið. Skúlaárið 2010/2011 verða 19 næmingar á skúlanum.

Vit kunnu bjóða:

Eitt áhugavert starv við einum øðrvísi skipaðum gerandisdegi, har námsfrøðingar og lærarar samstarva um forskúla og 1 flokk.

Vit ynskja at umsøkjararnir:
•    Hava námsfrøðiliga útbúgving, sum gevur neyðugu førleikarnar til tey ávísu størvini
•    Taka undir við visjónunum hjá frískúlanum
•    Hava hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
•    Duga at samstarva og eru til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á skúlanum

Setanarviðurskifti:
Námsfrøðingarnir verða løntir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

Umsókn:
Umsókn saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 26 mai kl. 12.00. Meira fæst at vita við at venda sær til Jastrid Høj á tlf 742500.

Umsóknir skulu sendast til:
Jastrid Høj
Grannatún 15
FO 600 Saltangará

 
Website by Faroe MediaWebmasterSamkoman Keldan |