Ommu og abbadagur fríggjadagin 28.oktobur

Mikudagin 28.10.11 høvdu vit ein ommu og abba dag á skúlanum.
Børnini høvdu gjørt innbjóðingar til ommur og abbar, og vóru sera spent til dagin.
Tey sungu og spældu blokkfloytu og dugdu sera væl at syngja og spæla.
Børnini í 2.flokki høvdu eina framløgu um, hvussu tað er at ganga í frískúla.
At enda fingu øll kaffe, saft og køkur og prátið gekk væl ímillum eldra ættarliðið.
Børnini vóru væl nøgd og glað fyri dagin, og ommurnar og abbarnir hildu eisini at dagurin eydnaðis væl, og takkaðu fyri ein sera hugnaliga dag, saman við hesum fittu børnunum.

 
Website by Faroe MediaWebmasterSamkoman Keldan |